2014-10-19 16:38
Sunnudagin 19. oktobur byrjar "European Youth Chess Championship 2014" í Batumi, Georgia.
Høgni Egilstoft Nielsen umboðar Føroyar í elsta bólkinum U18. Av 64 luttakarum er Høgni styrkismettur nr. 25.
Seinastu 2 árini hevur framgongdin verið týðulig fyri unglingan úr Sandavágs Talvfelag,
og vónandi heldur góða gongdin fram eina tíð afturat
Høgni var við tá Føroyar vunnu Small Nations í Monaco ífjør,
gjørdist yngsti Føroyameistari í talvi fyri einstaklingar á Páskum, og var við til OL í Tromsø í august.
Í oktober 2012 var rating talið (styrkistalið) hjá Høgna 2064, meðan hann nú hevur 2273 á altjóða ratinglistanum hjá FIDE.
Um Høgni fær 27 ratingstig afturat í Batumi, hevur hann rætt til at kalla seg FIDE-Master.
Sjálvsagt verður miðað hægri, men tað er eitt av málunum við kappingini.
Ferðaleiðari verður Finnbjørn Vang, nývaldur varaforseti í Evropeisku Talvsamgonguni (ECU), sum eisini skal á aðalfund í Batumi.
Fylg við kappingini her:European Youth Chess Championship
Fyrsta umfar byrjar kl. 12 føroyska tíð.
Kelda: Talvsamband Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald