
Líggjas Johannesen skrivar á Facebook:
Høgni hevði ein gleðiboðskap í kvøld, kvotan hjá Føroyum á Fl.Cap hækkar í komandi ár úr 2.470 tons upp í 4.600 tons.
Hvussu gleðilig eru hesi tíðindi fyri tann sum fiskar ?
Jú ein stórur partur SKAL seljast um uppboðsøluna hjá Høgna, tað vil siga at av teimum fyrstu 3.100 tonsum skulu 15% seljast á uppboði og alt sum er yvir 3.100 tons SKAL seljast á uppboðsølu.
Harumframt kann landstýrismaðurin lata 8,5% í menningarkvotu.
Kvota4.600 tons
Uppboðs. 1.500 tons
Uppboðs. 15% av 3.100 tonsum = 467 tons
Eftir at býta til línuskip. 2.633 tons
Kann taka til menningarkvotu. 391 tons
Nú eftir til línuskip. 2.242 tons
Eg veit ikki hvønn hetta er gleðligt fyri. Landskassan ?
So í øllum førum ikki fyri línuflotan, gráta um botnfiskaflotan sum ikki hevur tað gott, men hesin grátur er uttan tár. Um teir meina nakað veruligt við hetta, so var einki selt á eini uppboðssølu.
??rslitið er meira enn 200 tons minni til línuskipini á Fl.cap komandi ár!!!!!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald