2018-02-10 15:30

Høgaberg kemur seint í kvøld á Fuglafjørð við 900 tonsum av lodnu, sum teir skulu landa til Pelagos.
Skiparin Høgni Hansen sigur, at lodnan er góð, ikki nógv æti og støddin er eisini góð. Hann sigur eisini, at lodnan stendur tætt við land - einans 2 fjóringar úr landi. Tað er nemmari at royna við nót, tá lodnan stendur so nær landi, tí har er sandbotnur.
Teir vóru einsamallir á leiðini og leitaðu, men tá teir truffu við, tá kom grønlendska skipið Polar Amaroq eisini har.
Høgni Hansen væntar, at fiskiskapurin í næstu viku verður góður, hann roknar við at fleiri skip fara at koma tá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald