2018-02-16 17:59

Høgaberg, sum hevur verið til lodnufiskiskap við Ísland, kemur um 20-tíðina í kvøld á Fuglafjørð við 900 tonsum av lodnu, sum teir skulu landa til Pelagos.
Høgaberg fekk lodnuna í trimum køstum, teir royndu í Medlandsbuktini tætt úr landi, har vóru eisini Norðborg og Finnur Fríði.
Vit tosaðu umborð á Høgaberg í kvøld, teir søgdu, at lodnan flytir seg skjótt vestureftir, sum hon plagar hesa tíðina.
Høgaberg fer aftur á lodnuveiðu sunnumorgunin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald