Vinna

Høgaberg kemur á Fuglafjørð í nátt

...

2018-01-04 21:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Høgaberg, sum hevur verið á makrelveiðu í ES-sjógvi, kemur á Fuglafjørð í nátt við 1.100 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði, ætlanin er at byrja at landa kl. 4 í nátt.

Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, skiparin Høgni Hansen segði, at tað er góður makrelur teir hava fiskað, meðalstøddin var góð 400 gramm, tað eru 10 mans við hendan túrin.

Teir royndu vestur úr Orknoyggjunum á uml. 53N og 5V, har eru fleiri føroysk skip stødd: m.a. Fram, Tummas T., Borgarin, Norðingur og Hoyvík, eisini er danska skipið Ruth á leiðini har føroysku skipini royna.

Í kvøld er eitt fríkst lot at landnyðringieystri á leiðini sunnanfyri.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder