Vinna

Høgaberg kemur á Fuglafjørð í kvøld

...

2018-09-30 12:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Høgaberg, sum hevur roynt eftir makreli eystur úr Føroyum - heilt eystur ímóti norska markinum siglir inn við 300 tonsum.

Teir skulu landa í Fuglafirði til Pelagos, teir verða á Fuglafirði í kvøld og sleppa framat beinanvegin teir koma inn, Fagraberg landar í løtuni sild til Pelagos, men teir verða liðnir tá ið Høgaberg kemur.

Annars royna skipini víða um, Tróndur í Gøtu og Tummas T. byrjaðu í alltjóða sjógvi norðanfyri føroyska markið, men hava seinastu dagarnar roynt í norskum sjógvi norðanfyri, Christian í Grótinum og Norðborg royndu fyrst í føroyskum sjógvi, fóru so í íslendskan sjógv, men eru nú aftur í føroyskum sjógvi í útnyðring úr Føroyum, har er Hoyvík eisini. Borgarin, Eysturbúgvin og Vesturbúgvin royna í føroyskum sjógvi, beint eystur úr Føroyum. 

Fiskiskapurin hevur verið smáligur allastaðni teir seinastu dagarnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder