2018-07-27 20:01

Ikki sørt man kennir seg sum ´´Sísti Mohikanin´´ einasti eftir at tí
einaferð so stolta gullvinnandi rækjuflota, sum uppaldi mangan unganFøroying á lívsins skúla, ja mangt broytist ikki eingong á mansins
ævi.
Vit liggja saman við 17 Norskum rækjuskipum, allir nýggjir i 3-400
mill klassanum, Eisini eru 6 EU rækjutrolarir trolarir her og fiska
rækjur
so ikki sørt man er avinsjúkur og spir seg sjálvan ´´hvat er galið hjá okkum´´
Eru vit bara so ódugnaligir ? tað kann tað væl ikki verða tá flestu
Normenn eru mannaðir við Føroyingum ??
Normenn hava allir toskakvotu eisini og EU skipini sleppa at taka
allan fisk her sum hjáveiðu saman við rækjuveiðuni.
Vit sleppa hvørki ??? fyrr i 1990-unum høvdu vit loyvi at hava 49% av
hjáveiðu, nú 0 %
EU bátanir avreiða ca 1000 ts um árið av hjáveiðu so tað sigur seg
sjálvt at kappingin er ójóvn, hartil hava teir bert ca 13%
manningaútreislur
Norsku reiðarnir fáa 8% strukturgjald sum reiðarin fær av síni brutto
veiðu, hetta er nokk til rentur og væl aftrat á einum nyggjum skipið
Tá eg av fyrsta sinni hoyrdi nýskipan hugsaði eg at tað skuldi blíva
betur, onkur nýskipan so okkara avoldaði floti kundi verið
endurnýggjaður, men so var als ikki , bert extra útreislur -
uppboðsølagjald og tilfongisgjald (vit eru tó ikki raktir av hesum
enn, men bert høttir), hetta er onki annað enn extra skattur so
einfalt er tað. Bara hugsunarhátturin at óvanligur vinningur skal
skattast 80% sigur nokk um hesar knokkar sum ráða, hvat við øllum
vavskíta túrunum og undirskot-árunum?? , Nei teir skulu bara hava í
tann enn meir rópandi almenna kassan
Eg kom at hugsa um Kári Við Stein sáli fortaldi mær um ein
Grønlendskan vin sum plagdi at siga at hann var ´´slava av
samfelagnum´´, hann meinti við skatt og avgjøld, ein góðan dag fór
hann inn i sjoppina og keypti sær eina byrsu og eina patrón, gekk
yvirum vegin undir ein stóran stein og skjeyt seg , men so ringt
verður vónandi ikki her.
??giligt at hoyra sjálvan løgmann fyri opnari mikrifon standa og
niðurgerða Hanus Hansen sum ein lygnara, kanska Føroya størsti
ígongdsetara, eg kann bara fyristilla mær hvussi sárt tað man verða
at verða Hanus sum hevur arbeitt seg upp har hann er frá
egningaskúrinum av. Nú fyristillar man sær at nýggjir aktørar
brádliga skulu poppa upp við uppboðsølu , nei eg skilji so als onki
Hetta við góðari hjálp frá okkara KVF sum dagliga niðurgerðan av reiðarum.
Góða ??lasøku
Heilsan her úr Baretshavinum av Arctic Viking
Bjarni petersen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald