Mentan

Hjartaliga vælkomin til vígslu í Leguhúsinum í Nesvík!

...

2019-04-27 12:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag er sannur hátíðardámur í Nesvík, tí nýggja høllin og felagsøkið verða vígd! Upprunaliga leguhúsið, ið varð vígt í 1993, skuldi einans vera fyrsta byggistig av fleiri, og nú, eftir mong ár við visjónum, fyrireikingum og byggiarbeiði, er dagurin upprunnin, sum túsundtals børn, ung og vaksin hava bíðað eftir!

Nýggja høllin er ein kombihøll á 31 x 17 metrar. Tað merkir, at hon kann nýtast í tveimum formum. Við eini mobilari stólatribunu frammi kunnu gott 500 fólk sita í sjálvari høllini til eitt nú møtir, fyrilestrar og konsertir. Tá stólatribunan er rullað aftur, fyllir hon einans aftasta meturin av høllini, sum tá kann nýtast til alskyns spæl og ítrótt. Í bygninginum við síðuna av er stórt, opið og ljóst felagsøkið í erva, og í neðra eru brúsurúm, vesi, goymsla, gongd og tøknirúm. Niðasti bygningurin er ein kamarslon, sum ætlandi verður liðugt innrættað av sjálvbodnum. Samlaði kostnaðurin fyri útbyggingina er um 32 milliónir krónur.

Vígsludagurin byrjar klokkan 16 við einum góðum drekkamunni. Klokkan 17 vígir Símun P. Jacobsen, formaður í Kirkjuligu Heimamissiónini, nýggju karmarnar. Klokkan 18.30 verða øll boðin til nátturða, og klokkan 20 verður ein sangløta í høllini, har Magni Christiansen og bólkurin VSJ spæla og syngja.

Við hesum verða øll boðin at vera hjartaliga vælkomin til vígslu í Leguhúsinum í Nesvík! Tað hevði frøtt okkum at sæð tey mongu, ið hava stuðlað leguhúsinum, bæði tí upprunaliga og útbyggingini, tey mongu, sum gjøgnum árini hava nýtt karmarnar í leguhúsinum ella fara at fáa gleði av víðkaðu karmunum, eins og tey mongu, sum hava víst útbyggingini stóran áhuga.

??ll eru hjartaliga vælkomin!

Kelda: Trúboðin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder