Mentan

Hjálpsami Walther er ársins rósa 2018

...

2018-12-26 23:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað var ein eyðmjúkur og kensluborin Walther Baldwin, sum á ársins stytsta degi fekk handað heiðurin ???Ársins rósa??? fyri árið 2018 frá Jógvani Skorheim, borgarstjóra.

- Tú leggur ikki merki til hann, og hann ger heldur einki burtur úr sær sjálvum, men í lítillætni hevur hann í nógv ár gjørt eitt trúfast, stillført og ólønt hjálpararbeiði, har hann hevur víst og vísir umsorgan fyri sínum egna nærumhvørvi.

Hesi vóru nøkur av orðunum, sum Jógvan Skorheim, borgarstjóri, brúkti at lýsa hendan mannin, sum livdi síni fyrstu ár í USA, áðrenn hann sum unglingi flutti til Klaksvíkar saman við mammu og systkjum, her hann hevur búð síðani.

Reglugerðin fyri tiltakið ???Ársins rósa???, sum fyrstu ferð varð latin í 2004, ásetur, at endamálið við Ársins rósu er ???at stuðla undir hjálpararbeiði og annars alt gott og gevandi arbeiði, sum fólk í Klaksvíkar Kommunu gera fyri onnur menniskju og/ella fyri kommununa sum heild uttan at fáa nakað ella stórvegis afturfyri???.

Ársins rósa er partur av árliga jólaskipatiltakinum í Klaksvík, sum er ógvuliga væl vitjað, og soleiðis var eisini í ár, og sum altíð var spenningur um, hvør persónurin mundi vera, sum nevndin fyri Ársins rósu í ár hevði valt at geva henda serliga heiður.

Stutt áðrenn klokkan sjey hetta fríggjakvøldið fór borgarstjórin upp á pallin at avdúka Ársins rósu 2018, og sum vant helt hann eina røðu, sum endaði við, at hann avdúkaði navnið á persóninum, sum fekk heiðurin.

Áðrenn borgarstjórin avdúkaði navnið á Ársins rósu 2018, siteraði hann nøkur av teimum góðu skoðsmálum, sum onnur geva hesum persóninum:

- ???Í hesum tíðum, har øll hava ringa tíð og hava nógv um at vera, tá tekur hann sær stundir at koma inn til okkum og bara at vera har. Hann er empatiskur, umsorganarfullur og hann er nærverandi.???

- ???Hann kemur dagliga inn til okkara, heilsar uppá, og er tær ???heitu hendurnar??? um okkara familju og okkara hús.???

- ???Hann ger ikki mun á høgum og lágum, men er líka ímóti øllum.???

- ???Hann er ikki bara til staðar ??? hann er eisini beinini hjá pápa. Hann kemur niðan til okkum, og so sita hann og pápi og tosa um tónleik. So fara teir ein túr.???

- ???Alt tað, eg minnist, var hann um ein eldri mann í okkara familju ??? hann hevur altíð verið har ??? tikið ábyrgd av húsinum ??? gjørt mat og trilla hin gamla út á beinkin í Víkunum, so hann kundi sita har saman við vinmonnum og práta ??? og so aftur eftir honum seinni um dagin.???

- ???Hann er altíð klárur at hjálpa, smílandi, skjótur at taka initiativið, um nakað skal gerast, og í summar tók hann stig til at hjálpa pápa at mála húsini hjá okkum???.

Og borgarstjórin helt fram:

- Tú leggur ikki merki til hann, og hann ger heldur einki burtur úr sær sjálvum, men í lítillætni hevur hann í nógv ár gjørt eitt trúfast, stillført og ólønt hjálpararbeiði, har hann hevur víst og vísir umsorgan fyri sínum egna nærumhvørvi.

- Men hvat tað er, sum drívur ein mann til at vera so hjálpsamur og brúka tíð upp á onnur? Hetta hava vit spurt fólk, sum kenna ársins rósu 2018 væl, og tey siga soleiðis:

- ???Eg haldi, at tað liggur bara í honum at nokta fyri, at fólk skulu líða og onga hjálp fáa.???

- Er tað ikki gott, at vit hava slík fólk okkara millum? Vit hugsa kanska ikki um tað, og síggja tað heldur ikki so væl, men er tað ikki gott? ??? spurdi og staðfesti borgarstjórin, áðrenn hann at enda avdúkaði navnið.

Og sigast má, at tað var ein eyðmjúkur og kensluborin Walther Baldwin, sum á ársins stytsta degi kom upp á pallin og frá borgarstjóranum fekk handað heiðurin ???Ársins rósa??? fyri árið 2018.

Hjartaliga tillukku :) :)

Kelda: Klaksvíkar kommuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder