Mentan

Hjálpa føroyskum stovnum og fyritøkum at møta útlendingum

...

2017-02-07 20:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv, 7. februar 2017

Avbjóðingin hjá stovnum og fyritøkum at møta útlendingum, ið flyta til Føroyar, er stór. Hetta kom fram í Degi og Viku mánakvøldið, har víst var á tørvin á amboðum hjá føroyskum stovnum til at møta fólki frá øðrum mentanum. Lív Justinussen og Kristiana Ward Finnsson hava fylgt trupulleikanum í eina tíð og hava arbeitt við eini loysn til føroyskar stovnar og fyritøkur, so hesar gerast betri at taka ímóti útlendingum, ið koma til Føroyar.

- Vit síggja ein stóran mangul í Føroyum innan vitan um samskifti millum mentanir, siga Lív og Kristiana. Hesin tørvur sæst serstakliga væl aftur í skúlum, barnagørðum, kunningardiskum, barnavernd, kommunum, heilsuverkinum og almannaverkinum. Ymisk tiltøk eru sett í verk fyri at læra útlendingar at passa inn í føroysku mentanina, meðan vit hava arbeitt við hvussu føroyingar kunnu gerast betur at taka ímóti og skilja øðrvísi mentanir enn okkara.

Sum partur av hesum fyrireikingararbeiði bjóða Lív og Kristiana føroyskum stovnum og fyritøkum skeið og ráðgeving um tvørmentanarligt samskifti og mentanarymiskleika. Eitt grundskeið kemur inn á m.a. fólkaskikk, týdningin av gávum, virðing fyri mynduleikum, kropsmál og hvussu man heilsar uppá fólk, meðan tær eisini bjóða víðari undirvísing og ráðgeving fyri at hjálpa føroyingum at møta fólki úr øðrum mentanum.

Drúgvar royndir við ymsum mentanum

Báðar hava tær drúgvar fakligar og persónligar royndir á økinum. Lív hevur eina MSc. í kliniskari sálarfrøði við internationalum fokus. Sum partur av útbúgvingini hevur hon arbeitt við mentanarmunum, internationalari terapi og tvørmentanarligum samskifti, har undirvísarar úr londum sum Syria, Kina, Japan, Rwanda og Pólandi luttóku. Harafturat hevur hon búð í Suðurafrika í 8 mánaðir, har hon arbeiddi tætt saman við fólki úr 30 ymsum mentanum. Hon hevur við hesum og øðrum royndum ognað sær vitan og royndir við at arbeiða við yvir 70 ymsum mentanum.

Kristiana er ættað úr USA, uppvaksin í Kenya, er gift við føroyingi og er nú búsitandi í Føroyum. Hon hevur eina B.A. í Intercultural Studies, har fokus var á tvørmentanarligt samskifti og at skilja, greina og arbeiða í ymsum mentanarsamanhangum. Hon gekk í 13 ár á einum altjóða skúla í Kenya við næmingum úr fleiri enn 50 tjóðum og hevur vitjað fleiri enn 60 lond. Sum tilflytari til Føroyar kann hon eisini persónliga og fakliga greiða frá hvussu tað er at koma sum útlendingur til Føroyar.

--------

Ynskja tit at vita meira, kunnu tit ringja til Lív Justinussen á tlf. 710 710 ella til Kristianu Ward Finnsson á tlf. 225479 (tosar enskt, men skilir rímiliga væl føroyskt)

Vinarliga
Lív Justinussen

SálarVón
Tel. 710 710

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder