Mentan

Hittmaskinan Páll Finnur Páll á Okkara Voxbotn

...

2018-11-21 16:34 Author image
placeholder

Ongin veitsla uttan teir stuttligu og freku sangirnar hjá Páll Finnur Páll. Páll Finnur Páll hava mangan prógvað, at teir fáa áhoyrarafjøldir at kóka, tá teir tríva í teir vældámdu slagararnar. Bólkurin hevur útvið 20 ár á baki, og gav út nýggj løg í vár. Løgini hava longu fingið fastatøkur í føroyska tónleikahválvinum, og ???Hyde??? og ???13??? hava verið nógv spæld á vørpunum, og munnu hesi ikki eisini fara at taka seg væl út, tá teir trína á pallin á OkkaraVoxbotn29. juni.

Frammanundan er longu greitt, at heimskendi úrmælingurin Lost Frequencies, tann gandakendi Hanus G og glóðheitu VSJ fara at framføra á Okkara Voxbotn 2019.

Atgongumerki fáast í Power í SMS, Fast-handlunum kring landið, Kunningarstovuni í Steinatúni og á ebillett.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder