Mentan

Hildarting, nýtt borðspæl

...

2017-12-05 15:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nýggja borðspælið Hildarting fæst nú um alt landið. Hildarting er eitt spennandi taktisk spæl, har ein skal fáa ræðið yvir Føroyar ??? samstundis sum ein kann læra um oyggjar okkara, meðan spælt verður.

Tað eru teir báðir Tóki Ellefsen og Bartal Hofgaard Hestoy, ið hava skapt Hildarting. Teir eru báðir lesandi í Keypmannahavn. ??tlan teirra hevur frá fyrsta dagi verið, at skapa eitt borðspæl, har øll familjan kann stuttleika sær, samstundis meðan tey læra um landalæru, søgu og sagnir.

Borðspælið er tó ikki eitt spurningaspæl, men eitt spennandi taktisk spæl, har ein skal fáa ræði yvir Føroyar. Spælið er gjørt so landalæruliga rætt sum gjørligt og allar føroyskar bygdir og býir eru við í spælinum.

Fyri hesar báðar ungu íverksetarar hevur hetta verið ein sera tíðarkrevjandi verkætan, og óteljandi tímar eru brúkt. Samband hevur verið við hundraðtals fólk og túsundtals teldupostar eru skrivaðir.

Men málið rokkið og nýggja borðspælið Hildarting er komið í handlar kring alt Føroyar.

Hildarting fæst til sølu í hesum handlum:

Rit og Rák í SMS

BR Leikur á Hálsi

BR Leikur í SMS

Gamli Bókahandil í Tórshavn

Torgið, klædna- og búnýtishandilin í Vági

Bókabúðin í Saltangará (Runavík)

Alfa Bókhandil í Klaksvík

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder