Lýsing

HiddenFjord søkir starvsfólk til smoltframleiðsluna á Fútakletti

...

2017-09-09 13:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Virksemið á smoltstøðini er økt nógv seinastu árini og í 2018 økist tað enn meir. Vit fara tí at vaksa um starvsfólkahópin.

Vit sóknast eftir nýggjum starvsfólkum við áræði, sum eru fús at taka ábyrgd og hava áhuga at luttaka í framleiðsluni.

Á smoltstøðini verður tú partur av okkara framleiðslutoymið, sum áhaldandi arbeiðir við trivnaðinum hjá fiskunum, har nýhugsan og góðskutrygging eru í hásæti.

Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um

- røkt og eftirlit við laksunum, frá rogni til smolt

- at vera við til flyting, skiljing, koppseting og útkoyring av laksasmoltum

- røkt og eftirlit við reinsiverkunum

- framleiðsluskrásetingar

- møguliga at vera partur av eini vaktarskipan á Fútakletti

Dentur verður lagdur á, at arbeiðsuppgávurnar verða loystar við nærlagni og effektiviteti.

Vit vænta, at tú hevur

- áhuga í og áræði at arbeiða við bæði fiski og reinsiverkunum

- gott eyga fyri, at tryggja at fiskurin trívist

- telduførleikar á brúkarastøði

- dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi

Viðkomandi arbeiðsroyndir og útbúgving, so sum lívfrøðingur, evnafrøðingur ella líknandi er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.


Vit kunnu bjóða

Eitt spennandi og fjølbroytt starv, har góðir møguleikar eru fyri bæði fakligari og persónligari menning. Tú kemur at virka í einum framfúsnum, jaligum og óformligum umhvørvið, har dentur verður lagdur á samstarv og álit.

Løn- og setanartreytir verða ásettar eftir avtalu við leiðsluna. Vit miða eftir at seta størvini sum skjótast.

Umsókn við viðkomandi skjølum skulu vera HiddenFjord í hendi í seinasta lagi 25. september 2017 og skulu sendast til [email protected]

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Inga Joensen, virkisleiðara, á telefon +298 213257.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder