Hevur tú hug at vera við í hesi fantastisku verkætlan við einum kompineraðum mentanar- og skipasavni, sum ætlast at verða bygt í Miðvági?
Vit eru ein bólkur av sjálvbodnum, sum gjarna vilja geva Vágum eitt savn, sum skal lýsa og hýsa okkara sjóvinnusøgu og sum samstundis kann vera eitt stað, har vit øll kunnu savnast til gaman og álvara.
Verkætlanin er farin í gongd og um tú vil vera við, so møt upp við "m/s Marnu", sum stendur á landi millum Heimaru og Innaru bryggju í Miðvági í morgin leygardagin 23. februar kl. 1300.
Vit fara at seta gongd á við at rudda skipið og annars leggja ætlan fyri, hvussu vit skulu bera okkum at við at klárgera skipið, sum er ein ítøkiligur partur av verkætlanini. Eigur tú eitt kúbein og sleggju, so hav tað við.
??ll hjálp er kærkomin. Hvør einasta hond ger mun - hjartaliga vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald