Hósvíksingurin - Stefan G. Joensen - sum fylti 20 ár hin 27. mai, fekk skipsføraraprógv 22. juni og er helst yngsti skipsførarin, sum hevur tikið prógv í nýggjari tíð.
Vit á JN.fo tosaðu við unga skipsføraran úr Hósvík í gjárkvøldið, vit ynsktu honum sjálvandi hjartaliga tillukku við skipsføraraprógvnum.
Sum 12-ára gamal var hann fyrsta túrin til skips, tað var við skeljabátinum Norðheim. Stefan hevur verið við garnaskipunum Thor og Vesturland, hevur verið við Báruni undir Íslandi, har teir royndu við snellu, hevur verið til rækjufiskiskap við Sermilik-II í Barentshavinum, eisini hevur hann verið við øðrum skipun til fiskiskap undir Føroyum.
Stefan gekk 7 ár í skúla í Hósvík, hann gekk í 8. og 9. flokk á Oyrabakka. Á heysti í 2014 fór hann á Sjónám í Klaksvík og í august í 2015 byrjaði hann á skiparaskúla í Havn, hann gjørdist skipari í januar 2017, og eina viku seinni byrjaði hann á skipsføraraskúlanum í Havn, so sigast má, at Stefan hevur koyrt á allan vegin.
Stefan hevur vinnubræv og kann verða stýrimaður á fiskibátum her á føroyaleiðini, hann manglar siglingstíð við farmaskipi, so tað verður helst tað fyrsta, sum hann fer í holt við nú, segði hann, tá ið vit tosaðu við hann í gjárkvøldið.
Vit ynskja unga hósvíksinginum - Stefan G. Joensen - góðan byr á lívsleiðini, og at Harrin má halda sína verndarhond yvir hann.
Hjartaliga tillukku Stefan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald