Í Heimaraparta Inni í Haga í Funningi hava teir bara glærfitaðan seyð, tað hava teir lagt seg eftir í nógv, nógv ár sigur hagamaðurin - Petur Skeel Skarðsá - sum hevur fingist við seyð síðan hann var smádrongur.
Pápi hansara var hagamaður í Heimaraparti Inni í Haga, tá ið Petur Skeel var smádrongur, tí var tað sjálvsagt, at Petur tók við, tá ið pápin gavst, í 1976 varð Petur valdur til hagamann, hann røktar enn, men nú við hjálp frá strandinginum Karl Høgna Jensen.
Petur sigur at teir seinast í sekstí-árunum løgdu seg eftir at ala seyð við glærfiti, nú hava teir so at siga bara glærfitaðan seyð.
Fyri ikki at koma í bland við aðrar seyðir, so verður allur seyðurin brundaður inni, og so koyrdur í hagan, eftir at hann er brundaður.
??rslitið er gott, vit vóru eisini í hjallinum - sí mynndir niðanfyri.
Petur Skeel Skarðsá er ikki nøgdur við arbeiðið, sum verður gjørt á Royndarstøðini, hann heldur at tað er sera harmuligt, at føroyingar hava bygt eina stóra og nútímans royndarstøð til landbúnaðin, sum so at siga bert verður brúkt til skrivstovur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald