2016-12-10 13:44
Hetta er ein stórur dagur fyri Føroya fólk. Tunnilin vit hava nýtt í 14 ár er væl og virðuliga afturgoldin.
Vit vágafólk og aðrir brúkarar hava goldið alla íløguna.
Til stuttleika kann eg nevna, at í okkara húsi, hava vit goldið meir enn kr. 200.000 hesi árini. (sama hava flestu húsarhald í Vágum eisini goldið). Um vit búðu eitt nú eystarumegin brúnna við Streymin, so vóru vit tkr. 200 ríkari.
Eg havi næstan ikki hoyrt Vágafólk brokka seg um at gjalda, tvørturímóti, vit vóru øll nøgd við loysnina, og ikki minst við avtaluna, sum segði: Tá vit høvdu goldið tunnilin aftur, so skuldu vit geva Føroya fólki tunnilin - ókeypis.
Nú er so dagurin upprunin. Vit hava yvirhildið okkara avtalu???
Sjúrður Poulsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald