FSF: Lars Olsen hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum ímóti Norðurírlandi. Gilli Sørensen og Jónas Tór Næs verða á hvør sínum bakki
Tvær broytingar eru framdar í byrjunaruppstillingini, í mun til teir fyrstu ellivu, ið byrjaðu á vøllinum móti Grikklandi fyrr í ár.
Odmar Færø avloysir Atla Gregersen í miðverjuni, og á høgra bakki byrjar Jónas Tór Næs, í staðin fyri Bárður Hansen, ið hevur givið avboð vegna skaða.
Føroyska liðið byrjar soleiðis:
Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Jónas Tór Næs og Gilli Sørensen.
Á miðvøllinum verða Sølvi Vatnhamar, Brandur Olsen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson og Christian Lamhauge Holst, meðan Jóan Símun Edmundsson, ið gjørdi sigursmálið í Pireus 14. november í fjør, verður í álopinum.
Á bonkinum vera:
Teitur M. Gestsson, Tórður Thomsen, Hanus Jacobsen, Pól Jóhannus Justinussen, Klæmint A. Olsen, Erling Jacobsen, Róaldur Jakobsen, Rene S. Joensen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Finnur Justinussen, Árni Frederiksberg og Rógvi Baldvinsson.
EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Norðurírland byrjar klokkan 19:45.
Kunning um ymisk praktisk viðurskifti á Tórsvølli síggjastHER.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald