2017-05-02 15:56
Teknikapping var á Býarbókasavninum í Umhvørvisvikuni. Forkvinnan í Náttúru- og umhvørvisnevndini, Turið Horn, handaði Benjamin Kruse Niclasen, Janny Justinussen og Biritu S. Joensen eitt skreytblað og gávukort á 1.500 kr.
Sí myndir úr Umhvørvisvikuni.
Teknikappingin er deild upp í tríggjar aldursbólkar ??? børn undir skúlaaldur, børn í 1.-3. flokki og børn í 4.-6. flokki.
1) Vinnari í bólkinum ???børn undir skúlaaldur??? er Benjamin Kruse Niclasen
Grundgeving: Benjamin hevur fangað trupulleikan við plastburturkasti í havinum. Í tekninigini vísir hann á, at plastrusk kann endað í maganum á fiskum og hvalum.
2) Vinnari í bólkinum ???1. ??? 3. flokkur??? er Janny Justinussen
Grundgeving: Janny vísir á, at bæði menniskju og djór eru glað, tá ið ruskið fer í ruskspannina ??? og ikki í náttúruna!
3) Vinnari í bólkinum ???4. ??? 6. flokkur??? er Birita S. Joensen
Grundgeving: Birita vísir í síni tekning, hvussu okkara annars so vakra náttúra verður dálkað við burturkasti, og at hetta eisini hevur ávirkan á fuglar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald