Mentan

Hesi syngja á fagnaðarkonsert

...

2018-08-07 17:17 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú er greitt, hvørjir sangarar vera við á fagnarðarkonsert á Summar Festivalinum


Ársins Summar Festivalur er tann fimtandi í røðini, og tað verður feirað við stórari fagnaðarkonsert á Vágsbø. 15 sangarar syngja 15 hitt. Hetta eru sangir, sum hava verið við til at seta dám á seinastu Summar Festivalarnar.

Ein vælspælandi bólkur undir leiðslu av Kim Hansen leggur grundarlagið, og síðani koma solistarnir á pallin ein fyri og annar eftir. Millum tey, sum skulu framføra, eru Lena Anderssen, Niclas Heri Jákupsson, Jógvan Hansen, Elin B. Heinesen, Signar í Homrum, Hans Edward Andreassen og Jens Marni Hansen.

Hetta verður ein av stórfingnu løtunum á ársins Summar Festivali ??? ein hittparada uttan sín líka á føroyskum festivali.

SF15 fagnaðarkonsertin verður fríggjakvøldið kl. 02:15.


Teir 15 sangirnir
Danny Baldursson ??? Eitt sunnukvøld í mai
Elin Brimheim Heinesen ??? Eitt dýpi av dýrari tíð
Jóan Jakku & Sámal ??? 1001 Nátt
Lena Anderssen ??? Oh My Lady
Hans Edward Andreasen ??? Sasasasa
Ingi Poulsen ??? Tann fittasta
Jens Marni Hansen ??? I Don???t Wanna Wait No More
Kim Hansen ??? Maria
Jógvan Hansen ??? Tú nart við hjarta á mær
Steintór Rasmussen ??? Lívsmynd
Guðrun Sólja Jacobsen ??? Promise Me
Signar í Homrum ??? Tað er gott at elska
Karl Martin Samuelsen ??? Alla Nátt

Eyðun Nolsøe ??? Mítt Land
Niclas Heri Jákupsson ??? Grøv nummar 13

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder