Ítróttur

Hesar úttók Lars ímóti Norðurírlandi og Ungarn

...

2014-10-02 01:03 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Lars byrjaði tíðindafundin í kvøld við, at hann helt tað fór at verða truplari nú, tá ið nú ein dagur er tikin av millum dystirnar - tað verða bara 3 dagar millum dystirnar, og ikki 4, sum er vanligt tá ið landsliðið, spælur tveir dystir, so tætt.

Tað, sum eg havi roynt, meðan eg havi verið venjari hjá Føroyum, er, at vit skulu duga betri við at halda uppá bóltin. Vit hildu væl uppá bóltin ímóti Finnlandi í fyrra hálvleik, og tað vóni eg, at vit fara at gera meira av hesar báðar komandi dystirnar.

Vit hava havt skaðar í seinastuni, og ein av teimum er Odmar Færø, Róaldur Jacobsen er klárur aftur, enn er tað ikki sikkurt um Jóhan T. Davisen er klárur, og tí kann tað henda, at eg taki onkran annan út.

Hesir eru tiknir út ímóti Norðurírlandi tann 11. oktober og heima ímóti Ungarn tann 14. oktober.

Málmenn: Gunnar Nielsen, Teitur Getsson og Tórður Thomsen.

Verjuleikarar: Jonas T. Næs, Viljormur Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson, Sonni R. Nattestad, Ari Mohr Jonsson og Bárður Hansen.

Miðvallaleikarar: Fróði Benjaminsen, Gilli Sørensen, Pól J. Justinussen, Róaldur Jacobsen, Kaj Leo í Bartalstovu, Vhristian Lamhauge Holst, Hallur Hansson, Brandur Olsen og Sølvi Vatnhamar.

Álopsleikarar: Páll Klettskarð, Arnbjørn Hansen og Jóan Símum Edmundsson.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder