2017-05-29 12:45
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur gjørt av at seta Herleif Hammer í starvið sum stjóri á Tjóðsavni Føroya frá 1. august 2017 at rokna. Starvið, ið er áramálssett, er sett í fimm ár.
Herleif Hammer er 46 ára gamal og útbúgvin cand.phil. í søgu og siðsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya og ??rhus Universiteti umframt at hann hevur tikið leiðsluútbúgving ???Ledelse i praksis???. Í løtuni starvast hann sum rektari í Hoydølum og sum undirvísingarstjóri á Glasi.
Herleif Hammer hevur m.a. drúgvar leiðsluroyndir frá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði (Glasir), har hann hevur starvast síðstu 15 árini, bæði sum umsitingarleiðari, vararektari og síðan 2013 sum rektari.
Kelda: mmr.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald