2013-12-10 18:59

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur gjørt av at seta Herleif Hammer í starvið sum rektari í Føroya Studentaskúla og HF-skeiði frá 1. januar 2014 at rokna. Starvið er tíðaravmarkað til útbúgvingarnar flyta inn í Skúladepilin í Marknagili væntandi tann 31. juli 2016. Herleif Hammer hevur verið virkandi rektari, síðani Mikkjal Helmsdal fór úr starvinum í summar. Herleif Hammer er 43 ára gamal og útbúgvin cand.phil. í søgu og siðsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya. Leiðsluroyndir hevur hann sum vararektari í 3 ár og umsitingarleiðari í 6 ár. |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald