2019-09-08 10:23
Pressuskriv : HEIMURIN HITNAR
Komandi Hóskvøld 12 September kl 19.30 í Norðurlandahúsinum verdur áhugaverda tiltakið HEIMURIN HITNAR sum tekur støði í globalu mannaskaptu upphitingini og sum vit nú eisini síggja við Føroyar. Hvørjar broytingar kunnu vit vænta okkum við Føroyar ? Tiltakið er sponsorerað av Hiddenfjord og Tórshavnar Kommunu. Aftaná fyrilestrarnar verður eitt Hiddenfjord laksa ábit sum Gutti Winther stendur fyri samanvið einum serbryggji frá Anniku Waag. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin. Tað er okkara allra felags framtíð sum verður til viðgerðar hetta kvøldið !
Johan Mortensen vegna fyrireikarnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald