Mentan

Heimdal kemur á Miðvág við jólamonnum

...

2018-12-17 16:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Jólamenninir hava ein bráðtíðindi til øll í Vágum.

Hósdagin 20 desember kl.17:00 leggur jólaskipið at við bátahylin í Miðvági og serligir gestir eru við, nemliga jólamenninir.
Jólamenninir hava heilt víst okkurt gott við til børnini.
Vit fara at ganga heim í viðarlundina við lummalykt, har MB bjóðar heitt kakao, kaffi, te og bollar.
Vága kommuna stuðlar tiltakinum.
Tiltakið er ókeypis
Vónandi koma nógv børn og vaksin at taka ímóti jólamonnunum.
Gleðilig jól øll somul.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder