Spennandi størv, at ganga á odda í nýggjum umhvørvi og við nýggjum leiðslubygnaði
Við nýggjum bygningi og nýggjum
bygnaði eru virkisøkini broytt, og tí søkja vit eftir 2 deildarleiðarum.
Um størvini
Aðalmálið hjá Heimatænastuni í Vágum er at tryggja, at allir borgarar, ið
koma í samband við heimatænastuna, fáa skjóta, fakliga grundaða tænastu við
atliti til heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering.
Deildarleiðslan skal tryggja, at fakliga støðið hjá Heimatænastuni er dygt og
livir upp til ásetinganar í lógini og normar á fakøkinum, eitt nú við at menna
og skipa endur-, viðlíkahalds- og fyribyrgjandi tænastur og leiða starvsfólkini
til tvørfakligar arbeiðsgongdir, sum skulu síggjast aftur í allari tænastuni.
Deildarleiðslan skal megna at seta greið og ítøkilig krøv
til fakliga støðið, har gerandisdagurin er merktur av at verða innihaldsríkur
og mennandi.
Deildarleiðslan skal hava áræði at leiða, ganga undan og
vera fyrimynd í menningini, seta dám á broytingar eftir nýggja bygnaðinum og
megna at fremja sjónliga leiðslu.
Deildarleiðslan
skal tryggja, at virksemið í Heimatænastuni fylgir fyrisitingarligum
mannagongdum og leiðreglum, og at rættartrygdin hjá búfólki og borgarum er á
nøktandi støði.
Deildarleiðari á 1. hædd á Sýnini
Deildarleiðarin skal vera ergo- ella fysioterapeutur.
Deildarleiðarin er dagligur leiðari hjá starvsfólkum í
rehabiliterandi arbeiðnum á rehabiliteringsdeildini á 1. hædd og terapeutiska
arbeiðnum 3. hædd, sum m.a. er at menna og skipa rehabilitering og rehabiliterandi
arbeiðsgongdir. Deildarleiðarin skal í hesum tryggja, at fakliga støðið hjá
Heimatænastuni er dygt og livir upp til ásetingarnar í lógini og normar á
fakøkinum.
Deildarleiðari á 3. hædd
á Sýnini
Deildarleiðarin skal vera sjúkrarøktarfrøðingur.
Deildarleiðarin er dagligur leiðari hjá starvsfólkum í sjúkrarøktarfakliga
arbeiðinum á 3. og 1. hædd, sum m.a. er at menna og skipa góðar arbeiðsgongdir.
Deildarleiðarin skal tryggja, at fakliga støðið hjá Heimatænastuni er dygt og
livir upp til ásetingarnar í lógini og normar á fakøkinum.
Førleikakrøv
??tbúgving sum
sjúkrarøktarfrøðingur er eitt krav til starvið sum deildarleiðari á 3. hædd á
Sýnini.
??tbúgving sum ergo- ella fysioterapeutur er eitt krav til
starvið sum deildarleiðari á 1. hædd á Sýnini.
Kunnleiki til og áhugi fyri leiðslu og fyrisiting er ein fyrimunur, eins og
kunnleiki til viðkomandi lógir, faklig krøv og
standardir á økinum.
Neyðugt er at hava KT-førleika á
brúkarastøði og evni at seta seg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum
Setanarviðurskifti
Deildarleiðararnir vísa til
leiðaran av Heimatænastuni.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi fakfelag.
Størvini verða sett skjótast
til ber.
Fleiri upplýsingar um størvini
Ynskir tú fleiri
upplýsingar um Heimatænastuna í Vágum, størvini og førleikarnar, ið krevjast,
vísa vit til starvsprofilarnar á heimasíðunum www.vaga.fo og www.sorvagur.fo
Meira fæst eisini at vita um størvini við at
ringja til Halldis Joensen, leiðara, á tlf. 793201
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum
viðkomandi skjølum skulu sendast til: Heimatænastan í Vágum, Kálvalíðvegur
2, FO-370 Miðvágur ella til teldupostadressuna: [email protected]
Umsóknin skal vera Heimatænastuni í
hendi í seinasta lagi hin 2. mars kl. 12.00.
Heimatænastan tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran
av umsøkjarunum og, um neyðugt, at lýsa størvini leyst av nýggjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald