??TBOÐ: Landsverk bjóðar í dag út í almenna lisitatión heildarráðgevingina í sambandi við ???Heim fyri børn og ung við autismu???, sum skal byggjast við Kvíggjartún á Argjum.
Heimið verður umleið 1.000 fermetrar til víddar og skal hýsa seks búplássum, seks umlættingarplássum, eini virkniseind við upp til 15 brúkarum, og eini starvsfólkaeind.
Fólk við autismu eru sera ymisk og hava hvør sín serstakan tørv, sum heimið skal kunna rúma. Búfólkini skulu kenna seg væl í heimligum og tryggum umhvørvi. Somuleiðis skal heimið vera opið fyri heimabúgvandi børnum og ungum við autismu, har hesi koma á virkniseindina at gagnnýta ymsar hentleikar, sum eindin hevur at bjóða.
Freistin at lata inn tilboð er 18. juli klokkan 14.00.
??tbjóðingartilfarið kann heintast á hesi leinkju:
https://www.ibinder.com/External/EnquiryLink.aspx?id=nyrfmwwnkj
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald