Ítróttur

Heðin leggur frá sær

...

2015-08-09 00:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

www.hb.fo skrivar:

Havnar Bóltfelag skal við hesum boða frá, at sum avleiðing av ivasomu gongdini hjá besta liðnum í ár, hevur høvðusvenjari okkara, Heðin Aksham, valt at leggja frá sær.


Hóast HB, við Heðini sum venjara, í fjør megnaði at ganga fram í stigum, rakk hetta bert til eitt silvurpláss. Í ár hevur ikki ligið so ræði fyri og í skrivandi stund eru vit á einum klønum fjórða plássi.

Tó at stigini í fjør blivu fleiri enn FM árið 2013, hevur tíðin hjá Heðini verið merkt av, at fleiri av berandi kreftunum á besta liðnum hava verið uttanfyri við skaða.

Henda støðan, saman við at vit hava mist markantar spælarar úr felanum, hava gjørt uppgávuna enn torførari.

Vit í Havnar Bóltfelag vilja hervið takka Heðin Askham fyri hansara íkast og ynskja honum alt tað besta framyvir á leiðini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder