Mentan

Havstovan lúttók á Vísindavøkuni

...

2018-10-02 09:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Havstovan skrivar:Aftur í ár luttók Havstovan á Vísindavøkuni, sum Granskingarráðið skipaði fyri. Tað forkunnuga hesaferð var, at Magnus Heinason lá við bryggjuna, opin fyri vitjandi. Og vit gleðast um, at nógv tóku av møguleikanum. Barnagarðsbørn, skúlaflokkar og einstaklingar komu at forvitnast um skipið og arbeiðið umborð. Fyri yngra fólkið tyktist tað at vera fyrstu ferð, tey høvdu verið umborð á fiskiskipi, so fyri hesi hevur hetta óivað verið ein serlig uppliving.

Umborð á Magnusi Heinasyni kundu fólk vitja á ymiskum støðum og fáa at vita um arbeiðið, sum ymsu deildirnar á Havstovuni gera, og eisini hvussu arbeiðsgongdin er umborð. Á bryggjuni og í vátlaboratoriinum greiddi Umhvørvisdeildin frá um sínar kanningar, og man kundi síggja til dømis CTD-tólið, sum verður brúkt til at máta dýpi og hita, og glúpin, sum verður brúktur til ætikanningar. Á brúnni varð millum annað greitt frá um nýggja havrannsóknarskipið, sum nú er í gerð í Litava. Niðri undir í messuni bar til at fáa sær ein kaffimunn og smákøku, og á fabrikkini stóðu fólk frá Uppsjóvar- og Botnfiskadeildini og greiddu frá, hvussu fiskar verða mátaðir og kannaðir umborð, hvussu nytrur verða tiknar, og eisini hvussu aldurslesing av nytrum verður gjørd.

Enn einaferð var ???fiskaborðið???, sum í ár stóð í einum tjaldi á bryggjuni, ein stór ???success???, har bæði stór og smá kundu síggja eitt stórt úrval av fiskum, sum Magnus Heinason hevði fingið á yvirlitstrolingini á djúpum vatni í september í ár.

Umframt tað, sum var á skránni umborð og á keikantinum, høvdu nakrir av okkara granskarum framløgur inni í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum, har meginparturin av Vísindavøkuni annars var.

??ll tiltøkini vóru væl vitjað og vit meta, at okkurt um 500-600 vitjandi vóru umborð. Vit takka øllum somlum fyri vitjanina!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder