Árliga Laksatorgið verður í Runavík leygardagin 21. juli.
Tiltakið ber brá av at ítróttarfeløg, kommunan, handilslívið, vinnan og áhugabólkar standa saman um at menna og fjálga um trivnaðin og bjóða tað fram, sum eyðkennir økið.
Byrjað verður kl. 10 við at sølutorgið við alskyns vørum letur upp. Talan er um alt frá leikamarknaði, sølu av bundnum vørum, gávulutum, fiski, kaffi, slush-ice, vafflusølu, suppu og mangt annað. Harumframt er ponyríðing og andlitsmáling til børnini.
Ein stór grill er sett upp á økinum, har Bakkafrost bjóðar ókeypis smakkroyndir av laksi.
Eins og undanfarnu ár er ein rúgvusmikil skrá sett saman, bæði til børn og vaksin.
Teir ungu Jassarnir, sum fyri fyrstu ferð spældu alment á Eystanstevnu, vórðu so mikið væl móttiknir, at teir sleppa at royna seg aftur á Laksatorginum. Teir, sum manna bólkin, eru Áron, Leivur, Beinir og Rókur, ið allir ganga í 4. flokki við í Skúlanum við Løkin. Tað verða fyri tað mesta kend løg, sum Jassarnir koma at framføra á Laksatorginum.
Víðagitni klovnurin Bubu kemur eisini at undirhalda tey smærru børnini.
Beinir fer á pallin saman við nýggja bólki sínum, sum er mannaður við dugnaligum ungum eysturoyingum: Bárður Petersen spælir gittar, og Eyðtór á Dalbø trummur; teir eru báðir úr Fuglafirði, meðan skálamaðurin Bergur Fonsdal Johannesen spælir bass. Beinir og hansara menn hava luttikið í tónleikakappingini Sement á Reinsarínum. Á Laksatorginum fara teir at spæla nýggj løg hjá Beinir, sum ætlandi verða á hansara komandi útgávu.
Hin fólkakæri og skemtiligi Sámal Ravnsfjall verður eisini at hoyra. Harumframt fara góðir countrytónar at ljóma frá ongum minni enn Country konginum sjálvum, Hallur Joensen.
Sum nakað nýtt fáa børnini høvi til at royna kajakkir, og ein skjóttgangadi bátur fer við fullari ferð eftir Skálafjørðinum.
Skráin og onnur kunning um laksatorgið sæst inni á www.visitrunavik.fo og á facebook-síðuni,Laksatorgið.
Tað er Visit Runavík, sum fyriskipar Laksatorgið og boðar frá, at fólk kunnu fyrireika seg uppá eitt lívligt og virkið havnarlag, við nógvum hendaríkum upplivingum.
Vælkomin til Laksatorgið 2018!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald