Ítróttur

Havið við Fótamørsklett

...

2015-07-28 02:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fótamørsklettur er mark millum hagapartarnar Heimanhús, Kvígandal, Oyrargjógv og Rókina.

Við Fótamørsklett liggur eitt hav, sum fólk á veg norður eftir Fjøllum, høvdu til stuttleika at royna at lyfta. Fleiri menn og okkurt konufólk við hava lyft tí - tað stendur í bókini "Av fjalli at fjørustrond".

Í farnu viku var eg (Jóanis) við fólki norður eftir Fjøllum. Ein sterkur maður, ættaður úr Klaksvík og býr í Havn, royndi seg - og sum onkur av myndunum vísir, so lyfti Thormund Johannesen havinum í nøkur sekund.

Myndirnar hevur Pauli Djurholm tikið.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder