2019-12-18 21:31
Haruhagarnir í Sørvági roynast væl, teir vóru í dag á Norðurtriðingi, 5 mans vóru við, teir fingu 20 harur, sagt verður at líkindini vóru vánalig, tað brakaði illa, tilsamans hava teir fingið 142 harur á Norðurtriðingi í ár
Á Vørðufelli, sum er grannahagi hjá Norðurtriðingi eru 95 harur skotnar higartil í ár, so sigast má, at haruhagarnir í Sørvági roynast væl.
Besti haruskjútti í Sørvági higartil í ár er Wentzel Mouritsen, hann hevur skotið 101 harur, Wentzel hevur í fleiri ár ligið fremstur av sørvingunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald