Føroyska landsliðið vann ikki einans í Grikkalandi fríggjakvøldið. Á heimavølli skoraði Fótbóltssamband Føroya eisini tvær virðislønir í kappingini um ársins bestu lýsingar. Sambært føroyska brúkaranum hava umframt Fótbóltssamband Føroya, Ráðið fyri Ferðslutrygd og Tryggingarfelagið Føroyar eisini skapt ársins bestu lýsingar í 2014. ??rslitið av árligu kappingini varð kunngjørt á ársveitsluni hjá Felagnum Føroysk Marknaðarfólk í gjárkvøldið. Handilsketan BR-leikur varð eisini heiðrað fyri at bróta upp úr nýggjum og gera árliga BR-blaðið kynsóheft.
Á ársveitsluni hjá Felagnum Føroysk Marknaðarfólk, ið er áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring í Føroyum, vóru ársins bestu føroysku lýsingar kosnar fríggjakvøldið, 14. november. Talan var um tríggjar ymiskar virðislønir, sum føroyski brúkarin hevði møguleika at atkvøða um. Fleiri hundraðtals færoyingar høvdu valt at atkvøða í kappingini.
Fótbóltssamband Føroya, Ráðið fyri Ferðslutrygd og Tryggingarfelagið Føroyar vunnu
Fótbóltssambandið Føroya fór avstað við heiðrinum sum Ársins sjónvarparslýsing. Talan var um lýsing við Fróða Benjaminsen á odda. FSF vann eisini Ársins prentlýsing saman við Ráðnum fyri Ferðslutrygd og Tryggingarfelagnum Føroyum fyri eitt felags átak um at nýta bilbeltir. Ráðið fyri Ferðslutrygd vann eins og FSF tvær virðislønir í ár. Ársins prentlýsing og Ársins átak ella tiltak, sum Ráðið vann saman við Tryggingarfelagnum Føroyum. Allir vinnarnir í ymisku kappingarbólkunum fingu meira enn fjórðu hvørja atkvøðu í hvørjum kappingarbólki.
Ársins sjónvarpslýsing ongantíð víst í sjónvarpi
Tað er vert at leggja merki til, at sjónvarpslýsing, ið føroyski brúkarin hevur valt sum ársins bestu, hevur ongantíð verið víst í KVF ella Rás1. Lýsingin hevur bara verið víst á netinum og á sosialu miðlunum. Tað sama er galdandi fyri Ársins prentlýsing. Orsøkin er, at seinna kappingarbólkurin fevnir um alt statiskt marknaðarføringstilfar. Talan er um átakið, har fýra lið í Effo-deildini spældu við trygdarbelti á bringuni. Hesar myndirnar vóru síðan nýttar sum lýsingar á Facebook, men ikki á prenti. Hetta vísir sostatt rákið í føroysku marknaðarvinnuni, sum síðstu árini í størri mun hevur vent baki til siðbundu miðlarnar, so sum sjónvarp, útvarp og prent.
Heraklapp fyri kynsóheft BR-blað
Nevdin í Felagnum Føroysk Marknaðarfólk valdi harumframt at geva handilsketuni BR-leikur eitt heraklapp fyri at bróta upp úr nýggjum og ganga á odda við at gera árliga BR-blaðið kynsóheft. Tað vil siga, at kyn ikki longur avgerð hvat slag av leikum barnamodellirnar spæla við í vælumtóktu Ynskibókini hjá handilsketuni. BR byrjaði henda leistin í fjør, og er sami leistur aftur brúktur í ár. Hetta metur nevndin, vera eitt jaligt og týðandi stig fyri størri javnstøðu í Føroyum, og er tí vert at varpa lýst á við at geva fyritøkuni virðislønina fyri Ársins marknaðarbragd. Í fjør heiðari nevndin klædnahandlinum Skálkur Man í SMS fyri at nýta modellir í nógvum ymiskum støddum.
Tað er nevndin í felagnum, sum hevur tilnevnt tær ymisku lýsingarnar, ið føroyski brúkarin síðan hevur atkvøtt um á netinum síðstu vikurnar. Einasta kravið fyri at vera tilnevndur var, at lýsingin hevur verið brúkt ella sædd í Føroyum í 2014.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald