Mentan

Haruveiðan áleið tann sama sum í fjør

...

2016-12-16 14:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 HARUVEIÐAN ÁLEIÐ TANN SAMA SUM Í FJ??R, sigur Eyðfinn Magnussen.

Nú einans 12 dagar eru eftir, har loyvt er at skjóta haru, er samlaða skrásetta veiðan umleið tað sama sum í fjør.

Higartil í ár eru 1.460 harur skrásettar at vera skotnar. Hetta er umleið tað sama sum í fjør, men bert ein fjórðing av tí, sum varð skotið í 2014, tá 6.000 harur vóru skotnar fram til 15. desember.

Samlaða túratalið, sum er skrásett higartil í ár, er umleið tað sama sum í fjør. Tá vóru164 túrar skrásettir fram til 10. desember. Í ár er talið 176 túrar.

Veiðan tað fyrstu vikuna í ár er eisini tann sama sum í fjør. Fyrstu vikuna í ár, skutu teir 770 harur á 54 túrum. Fyrstu vikuna í 2014 skutu teir 775 harur á 76 túrum.

Á heimasíðuni ???Haran.fo???, ber til at fylgja við, hvussu haruveiðan hevur gingist kring landið.

Myndin vísir talið av harum ( ?????? ), sum eru skotnar hvønn dagin í veiðutíðini, frá

2. november til 16. desember 2015, og hvussu nógvir túrar eru gjørdir teir einstøku

dagarnar (- - - - - ). ??rslitið fyri 2016 (reyðu linjurnar) er samanborið við 2015

(bláu linjurnar).

 

IKKI ??LL T??LINI INNKOMIN ENN

Hóast tað higartil bert eru skrásettar av vera skotnar 1.460 harur, er tað samlaða talið helst eitt sindur hægri, tí enn eru ikki øll úrslitini latin inn, tí summir bíða til harutíðin er liðug. Hetta hevur eisini verið vanligt undanfarnu árini.

Tá vit seinasta ár vóru komin til tann 10. desember, vóru skrásettar íalt 1.436 harur, sum vórðu skotnar á 162 túrum kring landið, men tá endaliga úrslitið var gjørt upp í januar mánað, vísti tað seg, at tað veruliga talið var einar túsund harur fleiri , tí fram til 10. desember í fjør vóru í skotnar 2.553 haru, 338 túrum.

Helst er tað sama eisini galdandi í ár, so tá hetta haruárið er liðugt, 31. desember, man tað samlaða talið av skotnum harum í Føroyum fara at liggja um tær 4.000 harurnar, eins og tað var í 2014.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder