2017-12-15 23:07
Í lýsingini í morgun fóru 4 mans til gongu av Oyrargjógv til Slættanesar at skjóta harur. Tað gekk væl fyrrapartin, teir fingu 21 harur, men um middagin kom so nógvur vindur og ælingur, at teir valdu at gevast, ætlanin er at skjóta aftur í morgin.
Tveir mans komu norður á Slættanes seinnapartin við báti, teir skulu skjóta við í morgin.
Sum sæst á myndini, so hugnaðu teir sær við kortspæli í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald