JN

Hanus á bókafestival í Dubai

...

2014-09-12 01:58 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Rithøvundurin og løgtingsmaðurin Hanus Samró skal møguliga til Emirates Airline Festival of Literature í Dubai í 2016. Tað skrivar hann á Facebook. Hanus Samró hevur givið tvær bøkur út. Tey bæði kom út í 2011 og Hans Jensen var útgivin í 2013. Í stuttari samrøðu við jn.fo sigur Hanus Samró, at hann sendi stigtakarunum ein meyl, tí hann hoyrdi um bókafestivalin umborð á flogfarinum, og í dag hevur hann fingið svar. Bókafestialurin er fullbookaður í 2015, men um alt spælur væl av, so sleppur Hanus Samró at luttaka á Emirates Airline Literature festival í Dubai í 2016.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder