Hesa vikuna kemur danski prædikumaðurin, Hans Berntsen aftur til Føroyar. Hesar komandi dagarnar fer hann at hava frelsu- og grøðingarmøtir kring oyggjarnar.
Hans Berntsen var her í mars mánaði í ár, har túsundtals fólk nýttu høvið at lurta eftir boðskapi hansara um Jesus ??? á Viðareiði, har tað búgva 350 fólk, vóru eini 250 fólk til møtið, og í KFUM&K í Klaksvík, har helst eini 600 fólk vóru á møti.
??ll hesi fólkini fingu høvið at síggja ??? ella sjálvi uppliva ??? at menniskju vórðu bæði frelst og grødd fyri sjúkur og plágur av ymiskum slagi.
Í vár var so avtalað, at Hans skuldi koma aftur til Føroyar í august, og nú fer hann at tala í Suðuroy, Norðoyggjum, í Eysturoynni og í Havn.
SIGA JA TIL JESUS
Hans Berntsen er ikki bundin at nakrari kirkju ella samkomu, og talar tí allastaðni, har hann verður boðin.
Á hesum sinni verður høvið at fara á møti hjá honum eftir hesi skrá:
Mikukvøldið: í Suðuroy
Hóskvøldið kl. 19: í skúlanum á Viðareiði
Fríggjakvøldið kl. 19: í KFUM&K í Klaksvík
Leygarkvøldið kl. 19: í missiónshúsinum í Leirvík
Sunnudagin kl. 11 í Lívdini í Hoyvík og kl. 19 í Oasuni í Hoyvík.
- Tað er altíð trúarstyrkjandi at vera við til møtini hjá Hans Berntsen, og síggja, hvat Gud kann gera her í okkara tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald