2018-01-25 23:31

Sum bara 20-ára gomul gjørdi Sonja Davidsen úr Miðvági sítt egna klædnamerkið í 2016, tá ið hon setti felagið OW Intimates á stovn. Tað tekur langa tíð at sniðgeva nýtt skap av klæðum. Í desembur í 2015 byrjaði Sonja at sniðgeva fyrstu undirklæðini.
Eitt av fyrstu undirklæðunum ið Sonja gjørdi og byrjaði at selja á heysti í 2016 hevur nú heimsumfatandi svenska klædnafyritøkan H&M kopiera frá OW Intimates, sum Sonja eigur og rekur.
Við jn.fo sigur Sonja, at H&M hevur bara kopiera klædnasniðið frá teimum uttan loyvi. OW Intimates hevur sett ein advokat á málið fyri at kanna, hvat OW Intimates fær gjørt við støðuna sum tey eru komin í.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald