2017-12-06 08:44
Í samband við nýggju plátuna, ???Támsins likam???, hevur Hamferð júst útgivið sjónbandalagið ???Frosthvarv???, ið ber brá av stuttfilmi. Lagið er bæði ein sorgblíð kærleiksvísa og eitt harmaljóð um spillandi sorg. Innihaldið í stuttfilminum lýsir hesa huglagstvígreining og er samstundis ein tulking av søguni, ið bindur saman løgini á ???Támsins likam???.
Franklin Henriksen hevur leikstjórnað, og Beinta Haraldsen og Julia í Kálvalíð hava lagt til rættis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald