Í kvøld møttust Neistin og H71 í høllini á Hálsi, har lagt varð upp til ein spennandi dyst. Áðrenn dystin var tað bara eitt stig, sum skilti liðini.
Tað vóru teir svørtu úr Hoyvík, sum byrjaðu betur, teir løgdu seg beinanvegin nøkur mál frammum Neistan, sum ikki sóu út til at vera orduliga klárir frá dystarbyrjan. Í 19. min. fekk nýggi spælarin Tommy hjá Neistanum reytt kort, vit at renna heldur ógvusliga inní Helga Hoydal, sum kom púra leysur móti málinum. Neistin gjørdi eitt gott comeback móti hálvleikinum og fekk minka frá 5-11 til 9-11, hálvleiksstøðan varð 9-12.
Tað var aftur H71, sum byrjaði seinna hálvleik betur. Eftir 10. min. av seinnahálvleiki var støðan 12-19, endaliga úrslitið gjørdis 18-30.
Neistin: Emil Dam, John í Innistovu, Jón Ludvig, Aleks Buha, Anders Joensen, Rói Berg Hansen 6, Sjúrður Thomassen 2, Tommy Flecher 1, Herbjørn Lava 2, Eliesar Robersen, Jogaslav Djumic 3, Mikkjal Hansen, Hjalti í Jákupsstovu 2, Torkil Hentze og Terji Mørk.
H71: Ári Dam, Hanus Kristiansen, Helgi Hoydal 3, Mark L. Marcher 2, Bogi G. Davidsen 3, Rúni Højgaard 1, Hallur Biskopstø 5, Oddur Bech, Hans Kári Hansen 5, Sigmundur Dahl 4, Sigmundur Nolsø 1, Andor Sivertsen, Jesper Pedersen 5, Tróndur Arge, Djóni Højgaard og Pætur Thomsen 1.
Støðan ígjøgnum dystin:
5. min. 1-3
10. min. 3-5
15. min. 4-7
20. min. 5-9
25. min. 6-11
30. min. 9-12
35. min. 11-14
40. min. 12-19
45. min. 15-22
50. min. 15-25
55. min. 16-27
60. min. 18-30
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald