LV.fo skrivar:
HÁTÍÐARHALD: Í dag var umsíðir settur skjøtil á fyri útbygging av kringvarpshúsinum í Sortudíki. Tað var Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sum setti hakan í fyrrapartin í dag.
Leingi væntaða útbyggingin av bygninginum hjá Kringvarpi Føroya er komið eitt stórt fet nærri, tí í dag varð hakin hjá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, settur í svørðin aftanfyri kringvarpshúsini.
Síðan ??tvarp Føroya og Sjónvarp Føroya vóru løgd saman í januar 2005, hevur tørvur verið á útbygging í Sortudíki, har samanlagdi stovnurin húsast í dag. Og nú verður so loksins farið undir at byggja út.
Hesin fyrsti parturin av útbyggingini fevnir um ein framleiðslubygning og ein tøknibygning. Sáttmáli er gjørdur við smápartafelagið ÁTS í Kaldbak, sum skal gera arbeiðið.
Tað er sølan av bygningunum í M. A. Winthersgøtu, sum Sjónvarpið átti og seldi, eftir at alt virksemið varð flutt niðan í Sortudíki, ið fíggjar útbyggingina.
Fyrrapartin varð skipað fyri hátíðarløtu í Sortudíki í sambandi við, at Bjørn Kalsø setti hakan í. Eins og Rúni Heinesen, formaður í kringvarpsstýrinum, og Arne Debes Madsen, verkætlanarleiðari á Landsverki, sum bjóðaði vælkomin, segði landsstýrismaðurin seg fegnast um, at útbyggingin nú fer í gongd.
Eftir ætlan skal hetta arbeiðið vera liðugt í august næsta ár.
Her er nakrar myndir frá hátíðarløtuni, sum fór fram um 11-tíðina fyrrapartin.
Áðrenn hann setti hakan í, segði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, seg fegnast um, at útbyggingin av kringvarpshúsunum nú fer í gongd
Hátíðarløtan varð hildin aftan fyri kringvarpshúsið
Arne Debess Madsen, verkætlanarleiðari, bjóðaði vælkomin vegna Landsverk, sum er byggiharri á verkætlanini
Rúni Heinesen, stýrisformaður í Kringvarpi Føroya, var sjálvandi eisini fegin um, at útbyggingin umsíðir fer í gongd
Karstin Vang, byggimeistari úr Kaldbak og eigari av Sp/f ÁTS, sum vann útbjóðingina, fer at standa á odda fyri útbyggingini
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum
Kringvarpið bjóðaði okkurt leskandi í sambandi við hátíðarløtuna
Dia Midjord, kringvarpsstjóri, var sjálvandi til staðar undir hátíðarløtuni
Sjónvarpið ger samrøðu við Bjørn Kalsø, landsstýrismann
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald