2016-05-23 17:15
Tórshavn.fo skrivar:
Borgarstjórin segði, at hann var sera fegin um at kunna bjóða hjartaliga vælkomin til hetta serstaka høvið og hátíðarløtu, har til bar hjá starvsfólki, næmingum, leiðslu og skúlastýrið á Skúlanum á Fløtum, býráðslimum, bygginevnd, umsitingini, arbeiðsbólkum ráðgevum og arbeiðstakarum og øllum øðrum áhugapørtum og áhugaðum at verða við til at markera, at vit nú taka enn eitt týðandi stig til at gera skúlaverkætlanina á Fløtum til veruleika.
- Tað eru bara fimm mánaðir síðan, at vit bjóðaðu almenninginum inn í Niels Finsensgøtu at síggja áhugaverdu uppskotini til, hvussu nýggi skúlin á Fløtum skal síggja út. Í hesi kapping sóu vit, at føroysk ráðgevaravinna alsamt tekur seg fram og er væl í bjálvað til at taka við slíkum umfatandi avbjóðingum.
- Sum borgarstjóri fegnist eg eisini um, at viðgerðin av uppskotunum í hugskotskappingini gekk væl, og at tað var ein einmælt dómsnevnd, ið lat okkum sítt tilmæli. Samtakið Eind hevur síðani í vár arbeitt við at projektera bygningin sum vit nú seta hákan í til. Samtakið Eind er samansett av SMJ, LBF, Zeta Architects, Árni Winther Arkitektar og Brim Arkitektar.
- ??tlanin er, at skúlin skal geva bestu fyritreytirnir fyri, at næmingar og starvsfólk fáa góðar læru- og arbeiðsumstøður, har dentur m.a. er lagdur á ein serstakan nátturúvísindadepil, handverk og list, rørslu inni og út, spennandi og mennandi útiøki, sjónlig læring í list o.s.fr.
- Í dag verður skjølil settur á jørðarbeiðið. Lægsta tilboðið uppá hendan fyrsta partin av arbeiðnum átti Articon. Kostnaðurin er líka undir 1,3 miljónir til ta arbeiðið.??????Eg vil við hesum takka hjartaliga fyri tann stóra innsatsin sum skúlin, bygginevndin, umsitingin, ráðgevar o.o. hava gjørt til tess at henda verkætlanin nú er komin so langt á leið.
Og eg fari at ynskja okkum øllum góða eyðnu við hesi stóru verkætlan, sum hevur avgerandi týdning fyri skúlaskapin í Tórshavnar kommunu. Hetta er størsta skúlabygging nakrantíð, og vit fegnast um at vit um eini 3 - 4 ár kunnu fegnast um liðugt verk, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.???
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini, segði, at dagurin í dag er ein stórur dagur. Hetta er dagurin, sum vit øll hava bíðað eftir, dagurin tá ið spakin fór í jørðina, og tað verður staðfest við 7-tumma seymi, at nú er tað veruleiki ??? nú byggja vit. Veðrið er av tí allar fagrasta, og vóni eg at hetta góðveðrið kemur at fylgja allari byggiverkætlanini.
- Eg vil í dag nýta høvi til at bera tykkum øllum, næmingum, lærarum, starvsfólkum, leiðslu, foreldrum og skúlastýrum eina ovurhonds stóra og treytaleysa tøkk fyri tykkara fyrimyndarliga tolsemi og fyri tykkara konstruktiva hugburð í hesari so truplu broytingartíð, sum vit hava verið ígjøgnum, síðani á vári 2014, tá ið avgerð varð tikin um at leggja Venjingarskúlan og Kommunuskúlan saman í Skúlan á Fløtum.
- Tað skal vera mín vón, at hesin nýggi skúli, tá ið hann verður liðugur, kemur at løna tykkum øllum stríðið aftur. Tað skal eisini vera mín vón, at vit í byggitíðini varðveita sama góða samstarvsanda, og at øll framhaldandi gera vart við seg, tá ið tað eru mál, sum skulu loysast til gagns fyri felagsskapin í Skúlanum á Fløtum.
- Skúlin á Fløtum skal næstu hálvu øldina ella longur vera karmur um gerandisdagin hjá 850 næmingum og 100 lærarum og starvsfólkum. Sum forkvinna í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs fari eg at leggja stóra orku í, at byggjaríið kemur at eydnast væl. Og eg fari eisini at ynskja Guds signing yvir hesa stóru og týdningarmiklu byggiverkætlan, segði Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald