Ítróttur

H71 vann 23-19 á KÍF

...

2014-10-20 01:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 H71 gjørdist drúgvara liðið í dystinum í Kollafirði ímillum Atlantic Airwaysliðini KÍF og H71, H71 vann 19-23 eftir hálvleiksstøðuna 10-9.

Meginpartin av fyrra hálvleiki sá tað út til, at KÍF skuldi fara við sigrinum, KÍF kom á odda 5-0 í 6. minutti og í 14. minutti førdi KÍF 8-2, men H71 kom meira og meira inn í dystin - hálvleiksstøðan gjørdist 10-9 til KÍF.

Teir fyrstu 15 minuttirnar av seinna hálvleiki fylgdust liðini væl, men tá fór H71 framum - teir koyrdu sigurin heim til 19-23.

Sigast kann um dystin, at tað til tíðir sást gott hondbóltspæl, men var ofta sera rótutur.

KÍF fekk 1 brotskast og H71 fekk 7 brotskøst.

KÍF: Pætur H. Skýlindal, Kristoffer Karlsson, Jaspur Joensen, Andrias Nielsen 3, Janus Jakobsen 4, Teitur Joensen 1, Hjalti Matras 1, Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Rógvi Weyhe, Fríði Weyhe 2, Jákup Trygvason 1, Ási Dam 2 og Vilhelm Magnussen.

H71: Ari Egason Dam, Hanus Højgaard, Rúni W. Højgaard 1, Bogi G. Davidsen 3, Mark Lausen-Marchov 4, Helgi Hoydal, Sigmundur Nolsøe, Hans Kári Hansen 2, Sigmundur Dahl, Jesper Pedersen 1, Andor í Horni, Djóni W. Hoygaard, Pætur Thomsen 1, Hallur Biskupstø 11, Oddur Bech og Tróndur Arge.

Støður:

5. min. 3-0

10. min. 6-1

15. min. 8-3

20. min. 8-4

25. min. 9-7

30. min. 10-9

35. min. 12-11

40. min. 15-15

45. min. 15-17

50. min. 15-18

55. min. 17-20

60. min. 19-23

Dómarar: Danial Raba og Ragnar Simonsen.

Áskoðarar: 170.

Ein annar dystur er leiktur í Atlantic Airwaysdeildini um vikuskiftið, hann var millum Team Klaksvík og Neistan, Neistin vann tann dystin 28-22

Støðan í Atlantic Airwaysdeildini
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin5117123-67
2Kyndil49876225
3VÍF37759184
4H7148889-14
5KÍF4105106-14
6StÍF498109-112
7Team Klaksvík4102123-212


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder