Mentan

Áheitan frá einum frustreraðum foreldri

...

2020-01-30 20:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Gurli S. Joensen skrivar á Facebook - (Vit í Vága Kommunu)

Áheitan frá einum frustreraðum foreldri.


Í eina tíð hevur tað verið eitt sindur syrgiligt at hyggja oman á vøllin, sum er beint við hjá okkum. Fá børn eru á vøllinum og minni og minni venjingar eru at síggja. SÍF-húsið stendur eisini tómt meginpartin av tíðini. Hesi síðstu árini hevur 07 Vestur bjóða børnunum tvær vetravenjingar um vikuna, ein í Sandavági og ein í Sørvági. Men í ár valdu tey hava allar vetrarvenjingar í Sørvági. Veit ikki heilt hví, men velji at trúgva, at um umstøður vóru til tað, so høvdu venjingar framvegis verið á vøllinum í Sandavági.


Eg vil gjarna stuðla mínum børnum so nógv eg kann í ítrótti, tí eg haldi tað er sera gott fyri tey. Ikki bara tí tey røra seg, men tey fáa nógv annað gott burturúr av at hoyra til ein positivan felagsskap. Tí geri eg alt eg kann fyri at tey skulu sleppa til venjingar, men man gerst barasta so argur, tá man skal koyra til hin endan av oynni, tá vit hava ein vøll 50m frá húsinum. Uppaftur argari verður man tá orsøkin til at eingin venjing er her, er ikki tí vøllurin er upptikin, niðurslitin ella tí húsið er í brúk. Eg veit faktist ikki hvat orsøkin er ella hvør eigur skyldina av, at tað er komi hertil. Leggi sum so heldur ikki so nógv í tað. Eg hevði bara ynskt, at fólk, ið hava møguleika at ávirka hetta ella broyta hetta koma ígongd nú áðrenn tað er ov seint.


Vit hava nógv sandavágsbørn, sum íðka fótbólt. Men spurningurin er, um tey halda áfram at gera tað, tá vøllurin liggur 14km vekk og tað er eitt puslispæl at sleppa til og frá venjing.


Kann tað veruliga vera so, at fólk vilja hava eitt hús, sum stendur tómt 90% av tíðini? (allahelst meira enn tað), heldur enn at tað verður brúkt, og so nógv sum gjørligt fáa gleði av tí og vøllinum rundanum?
Tosa verður um hvussu keðiligt tað er at nógv hús standa tóm og bara vera brúkt til summarhús, tá fleiri barnafamiljur mangla eitt stað at búgva. Er tað bara eg, sum haldi at tað er uppaftur meira syrgiligt at síggja eitt so gott hús stendur óbrúkt og av tí sama er vøllurin eisini tómur?


Kanska tíðin er farin frá at hatta er eitt SÍF hús og heldur er eitt felagshús fyri fleiri felagsskapir, sum virka fyri okkara ungu og gomlu? Eg kann koma í tankar um fleiri t.d. flogbólt, renning, talv, badminton og fótbóltin.


Eg vil við hesum so inniliga heita á tykkum býráðslimir um at hjálpa okkum foreldrum, við at fáa lív í vøllin og ???SÍF??? húsið aftur. Vit hava einki at missa, men so ótrúliga nógv at vinna, við at okkara børn íðka fótbólt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder