Mentan

Gróthúsini niðri við Vatn í Vágum lýsa í myrkrinum

...

2017-12-19 13:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Betri og MB hava aftur í ár tikið stig til at pynta gróthúsini niðri við Vatn.

Við hesum verða hesi gomlu húsini, sum minna okkum á eina gamla, farna tíð, sett í miðdepilin, og eru til gleði fyri øll tey, ið ferðast framvið.

Ljósini eru løgd um húsini, so tey vísa teirra ser-føroyska snið og heilsa soleiðis okkara útisetum og øllum øðrum ferðandi um flogvøllin vælkomnum heim.

Í ár eru 8 gróthús pyntaði.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder