Við flogfarinum, sum kom úr Íslandi í kvøld, kom ein grøndlendskur hondbóltsleikari, sum skal spæla við VÍF komandi kappingarár.
Talan er um Nuunu Lars Olsen, sum kemur frá Ilulissat,
sum er ein býur við Diskubugtina.
Nuunu Lars er strikuleikari, men kann eisini spæla á
fleiri øðrum plássum, men er fyrst og fremst ætlaður at spæla sum
strikuspælari, sigur Ingi Olsen venjari við JN.fo.
??tlandi skudi annar spælari úr Grønlandi koma í dag, men av tí at toka
var í Nuuk, kemur Danny Brandt, ikki fyrr enn fríggjadagin.
Danny er vinstra hentur spælari og spælir bæði bakkur og
vongur.
Vit í VÍF eru sera spent uppá grønlendsku spælarnar og
vænta heilt víst, at teir koma at styrkja um hópin, sigur Ingi Olsen.
Ingi Olsen er kendur í grønlendskum hondbólti, har hann bæði hevur verið leikari og venjari, tá ið hann í 2012, 2013 og 2014 arbeiddi í BankNordik í Nuuk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald