2013-12-11 21:15
Í nátt kl. 03:28 fekk politiið fráboðan um eitt innbrot í
handlinum hjá Niels L. Arge á Kongabrúnni í Havn.
Tá politiið kom á staðið bleiv staðfest, at tann eini
rúturin var knústur við, at skotið var ígjøgnum rútin við eini
høglbyrsu. Eisini bleiv ein lektahamari funnin á staðnum.
4 hálsketur av sama slagið, sum vístar á myndini, eru stolnar.
Keturnar hava eitt samlað virðið uppá 5045,- kr.
Vit vilja fegin hava hjálp frá borgarunum og heita tí á
fólk, um et seta seg í samband við okkum á tlf. 351448, um tit hava sæð,
hoyrt ella verið í umráðnum hetta tíðarbilið.
Ein borgari hevur boðað politinum frá, at eitt skot hoyrdist í nátt kl. 02:22, so alt bendir á, at innbrotið er framt um hetta mundið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald