Mentan

Grindaskeið í Runavík

...

2019-05-04 08:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Skipað verður fyri grindaskeiði við undirvísing í brúki av mønustingara.

Skeiðið verður í Løkshøll í Runavík mánadagin 6. mai 2019 kl. 19.

Skeiðið er ókeypis og ikki er neyðugt við tilmelding.

Grindakunngerðin

Í kunngerð nr. 9 frá 26. januar 2017 2013 um grind og annan smáhval (Grindakunngerðin) er ásett um grindaskeið og grindadráp:

Grindaskeið og loyvisprógv
§ 6. Grindaskeið fyri grindamenn skal innihalda kunning um grindalóggávu, kunning og upplæring í brúki av grindareiðskapi, drápshátti og staðfesting av deyðseyðkenni hjá hvali. Stk. 2. Skeiðið skal innihalda eina ástøðiliga frálæru á umleið 2 tímar. Landsstýrismaðurin góðkennir frálærutilfarið.
Stk. 3. Sýslumaðurin skipar fyri, at skeið verða hildin, og sýslumaðurin útflýggjar loyvisprógv eftir luttøku á skeiði.

Grindadráp

§ 20. Bert persónur, sum er 16 ár ella eldri, og sum hevur loyvisprógv fyri at hava luttikið á grindaskeiði, kann avlíva hval.

Stk. 2. Tann, ið avlívar hval, hevur skyldu at hava loyvisprógv, sambært § 6, stk. 3, hjá sær. Sýslumaðurin ella grindaformenn kunnu krevja at síggja loyvisprógvið í samband við grindadráp.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder