2019-06-23 18:46
Fyri løtu síðan varð boðað frá at ein grind var í Hestfirði. Tað er akkurát byrjað at reka vestur so tað skuldi ligið væl fyri antin at rikið grindina á Sandavág ella Leynar.
Uppdatering kl. 20.12: Finnbogi Midjord sýslumaður sigur, at grindin er ring at fáast við, hon kavar illa, eisini sigur sýslumaðurin, at roynt verður at reka grindina á Leynar og at hon helst verður merkt, talan er bara um eini 20 hval.
Uppdatering kl. 21.50: Nú verður gjørt klárt at halda grindini til á Leynasandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald