2019-06-04 11:06
Fyri løtu síðan varð boðað frá grind í Djúpinum, sum skilst so er talan um eina lítla grind.
Væntandi verður grindin hildin til í funningsfirði ella á Fuglafirði.
Uppdatering kl. 12.20: Jacob Vestergaard sýslumaður sigur, at grindin sum liggur á Oyndarfirði verður rikin á Fuglafjørð og hildin til har, tá ið nokk bátar eru komnir til grindina, tað rekur suður, tí verður farið á Fuglafjørð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald